Keypstreytir hjá H.N. Jacobsens Bókahandli

H.N. Jacobsens Bókahandil
Húsagarður 2
FO-100 Tórshavn
Føroyar

CVR: 300381

IBAN: FO4464600001000391
SWIFT: FIFBFOTX
Bank: Bank Nordik

Gjalding

H.N. Jacobsens Bókahandil tekur ímóti gjaldingum við Visakorti, Dankort ella Mastercard.

Snýr tað seg um vørur, verður gjaldið ikki trekt av kontuni fyrr enn vøran er send til kommununa. Um talgildar vørur og tænastur verða keyptar sum til dømis atgongumerki til tiltøk, verður gjaldið tikið beinanvegin, keypið er framt.

Tá goldið verður við Visa Electron og Mastercard Debit, som eru debitkort, verður gjaldið eyðmerkt á kontuni í samsvari við treytirnar fyri tínum korti, inntil vit fremja gjaldið ella vísa tað frá okkum.

Øll gjøld á netsíðuni eru við mvg.

Heimasíðan brúkar danskan valuta (DKK), tá prísir verða settir á.

H.N. Jacobsens Bókahandil brúkar ein tryggan gjaldsveitara, sum bronglar allar upplýsingar við SSL-protokoll. Tað vil siga, at tíni dátu eru í tryggum hondum og kunnu ikki lesast av óviðkomandi.

Heimasíðan hjá H.N. Jacobsens Bókahandil bronglar somuleiðis við SSL-protokoll.

Veiting

Veitingartíðin er 1 – 3 yrkadagar

Veitingarøki:  Vit veita í Føroyum og uttanlanda.

Iðranarrættur

Tú hevur fullan rætt í 14 dagar at angra keyp av vørum á heimasíðuni, um ikki annað er avtalað ella stendur á bílegging tínari. Hesir 14 dagarnir byrja, tá tú hevur fingið vøruna.

Møguligan flutningskostnað verður tú at gjalda sjálvur.

Vilt tú angra keyp, mást tú boða frá í seinasta lagið 14 dagar eftir at tú hevur fingið vøruna.
Boðini skulu sendast við telduposti til hnj@hnj.fo saman við oyðublaðnum, ið er gjørt til endamálið. (Sí oyðublað niðast í keypstreytunum).

Viðvíkjandi talgildum vørum

Iðranarrættur er ikki galdandi fyri talgildar vørur so sum atgongumerki til tiltøk, konsertir og annað, ið H.N. Jacobsens Bókahandil skipar fyri.

Tá vøra verður latin innaftur

Tú heftir fyri, at vøran er minkað í virði, um tað er komið av aðrari viðferð, enn tað sum skal til fyri at staðfesta, hvussu vøran sær út, og hvat hon skal brúkast til. Hetta vil siga, at kanst royna vøruna á sama hátt sum tú hevði roynt at vøru í einum vanligum handli.
Er vøran roynd meira enn tað, sum lýst verður omanfyri, er hon at meta sum brúkt og minkað í virði. Hetta ber so við sær, at tú fært minni ella kanska einki fyri hana, tá tú letur hana innaftur.
Tað er upp til H.N. Jacobsens Bókahandil at gera av, hvussu standurin á vøruni er.

Kærurættindi

Veitt verða 2 ára kærurættindi upp á vørur sambært keypilógini. Kærurættindini eru galdandi fyri øll brek í ritbúnaði, tilfari og framleiðslu.

Kæra um brek og manglar skal sendast H.N. Jacobsens Bókahandil í rímiligari tíð eftir at vøran er móttikin. Rímilig tíð merkir í hesum sambandi í mesta lagið tveir mánaðir, um ikki annað er avtalað. Vit endurgjalda rímiligar flutningsútreiðslur. Kæran verður ikki tikin til viðgerðar, um skeiv ella óvanlig handfaring av vøruni er farin fram.

H.N. Jacobsens Bókahandil svarar fyri útreiðslum í sambandi við afturbering, um tað er rímiligt.

Boðað verður frá afturbering hjá

H.N. Jacobsens Bókhandil
Húsagarður 2
FO-100 Tórshavn
Føroyar

Tikið verður ikki ímóti vørum, um hesar eru sendar við eftirkravi

Kunda- og privatlivspolitikkur

Vit selja ikki víðari persónligar upplýsingar og lata ikki hesar til onnur. Upplýsingarnar eru bara skrásettar í kundaskrá okkara. Tú kanst altíð biða um, at tínar upplýsingar verða strikaðar. Fyri at tú kanst gera avtalu við H.N. Jacobsens Bókahandil, múgu vit hava hesar upplýsingar:

Navn
Bústað
Telefonnummar
Teldupost

Vit skráseta tínar upplýsingar, einans fyri at vit kunnu lata tær vøruna.

Persónsupplýsingar verða skrásettir hjá H.N. Jacobsens Bókahandil, har teir verða goymdir í fimm ár. Síðan verða teir strikaðir.

Tá vit fáa persónsupplýsingar umvegis heimasíðuna, tryggja vit okkum, at hetta verður gjørt við tygara samtykki, soleiðis at tú ert kunnaður um júst hvørjir upplýsingarnar eru og hví.

Stjórin og starvsfólkið í H.N. Jacobsens Bókahandil hava atgongd til teir upplýsingar, sum verða skrásettir.

Ábyrgdari fyri dátum í H.N. Jacobsens Bókahandil: H.N. Jacobsens Bókahandil

Allar data sendar via heimasíðuna eru krypteraðar.

Sum skrásettur hjá H.N. Jacobsens Bókahandil hevur tú altíð rætt til at mótmæla skrásetingini. Tú hevur rætt til innlit í, hvørjar upplýsingar, eru skrásettar um teg. Hesi rættindi hevur tú sambært persóndátulógini og áheitan í sambandi við hetta skulu stílast til hnj@hnj.fo.

Cookies(farspor)

Á https://hnj.fo verða farspor nýtt. Tað merkir, at ein skipan skrásetur og savnar upplýsingar, sum kunnu geva eina statistiska mynd av, hvussu nógvar vitjanir vit hava, hvaðan tær eru, og hvar á netsíðuni farið verður út o.s.fr.

Hesin statistikkur verður bert nýttur til at betra um heimasíðuna hjá H.N. Jacobsens Bókahandli, so hon støðugt gerst meira brúkaravinarlig. Tað ber tær altíð til at strika farspor.

Brúkaraverja

Les meira um tína verju sum brúkari, tá tú keypir umvegis QuickPay galdshátt. https://quickpay.net/dk/terms-of-service

Kærumøguleikar

Tá kært verður, skulu teldupostur okkara, hnj@hnj.fo og heimasíðan, tú hevur keypt á, uppgevast. Ein kæra um eina vøru ella tænastuveiting kann latast til Center for Klageløsning, Nævnenes Hus, Toldboden 2, 8800 Viborg. Fyri ES-borgarar uttan fyri ES skal kæran sendast til kæruportalin hjá ES-nevndini, sum er ec.europa.eu

Oyðublað til iðran

(Hetta oyðublað verður bert fylt út og sent aftur, um iðranarrætturin verður nýttur)

-Til (Her verður skrivað navn, bústaður, møguligt fax-nummar og teldupostbústaður hjá tí vinnurekandi)

  • Eg/vit vilja hervið siga frá, at eg/vitvilja gera iðranarrættin galdani í sambandi við keypsavtalu okkara fyri hesar vørur/veiting av hesum tænastum.
  • Bílagt tann: Móttikið tann:
  • Navn á brúkara
  • Bústaður
  • Undirskrift
  • Dagfesting